Høvdu ikki neyðugu loyvini til at hava eftirlit við fólki á skeinkistøðum

Løgreglan sigur, at tað fær neyvan avleiðingar - á hesum sinni

Áki Bertholdsen
7. apríl 2024 kl. 14:00

Í nátt var løgreglan á rundferð á nøkrum skeinkistøðum at kanna viðurskiftini. Og í hesum umfari varð serliga kannað eftir um duravørarnir høvdu tey neyðugu loyvini.

Nakað síðani varð tað sett sum lógarkrav, at tey, sum vóru duravørar, skuldu hava serligt loyvi til tað Myndugleikarnir hildu nevniliga, at tað er ov tilvildarligt, hvør kann vera duravørur.

Somuleiðis hevði løgreglan, meiri enn eina ferð, ilskast inn á, at fólk vóru duravørar, hóast tey høvdu dómar fyri harðskap, ella dómar fyri at bróta lógina um rúsevni - bara fyri at nevna tvey dømi.

Tað hildu tey ikki vera rætt, tí duravørar hava nógv við full fólk at gera og tí eigur ein ávís trygd at vera fyri, at teir duga sær hógv.

Tískil er tað nú eitt krav, at duravørar skulu ikki hava dóm fyri revsiverd viðurskifti, sum hava við sær, at vandi er fyri, at starvið verður misnýtt. 

Somuleiðis skulu duravørar ikki hava havt eina slíka atferð, at orsøk er at halda, at teir ikki fara at røkja starvið á fullgóðan hátt.

Samstundis skulu durarvørar nú hava prógv í fyrstuhjálp og prógv í at brúka alla vanliga eldsløkkingar útgerð, og teir skulu eisini vita, hvar rýmingarleiðirnar eru. Harafturat skulu duravørar vera kunnugir við reglurnar í matstovulógini, rúsdrekkalógini og í politiviðtøkunum.

Kortini kunnu undantøk gerast í serligum førum, men tað krevst loyvi til tað í hvørjum einstøkum føri.

Løgreglan sigur, at í eftirlitinum í nátt komu teir á nøkur dømi um, at duravørarnir ikki høvdu tey neyðugu loyvini.

Løgreglan sigur, at tá ið nýggjar reglur verða sett í gildið, geva tey oftast fólki eina ávísa skiftistíð at venja seg við nýggju umstøðurnar.

Tað gera tey eisini í hesum føri, so meiri verður ikki gjørt við málið - uttan at duravørar og skeinkistøð, fáa eina áminning um reglurnar, og hvørjar treytir duravørarnir skulu lúka.