Høvdu eitt gott ár - 21,8 milliónir í yvirskoti

Tað hava verið fáir smáir skaðar

Áki Bertholdsen
6. mars 2024 kl. 23:05

Árið í fjør gjørdist eitt gott ár hjá Trygd. Úrslitið er merkt av góðum íløguavkasti og at skaðarnir hava ikki verið so nógvir, og heldur ikki so stórir, sigur Trygd í tíðindaskrivi í kvøld.

Harumframt eru tryggingargjøldini lagað til eftir nøkur ár við hækkandi umvælingarútreiðslum. Talið á fráboðaðum skaðum var var tað sama í fjør, sum undanfarin ár, men tað sæst aftur í ársúrslitinum, at skaðarnir vóru lutfalsliga avmarkaðir í stødd, við tað at bert fáir stórskaðar vóru.

Í fjør hevði Trygd 26,7 milliónir í avlopi fyri skatt í 2023, samanborið við 15,2 milliónir fyri skatt í 2022. Tað gevur eitt yvirskot upp á 21,8 milliónir eftir skatt í fjør.

Tað vil siga, at avlop og inntøkur vóru munandi betri í fjør enn í 2022. Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum vóru tilsamans 168,7 milliónir í fjør, sum er ein hækking upp á 11 milliónir.

Skaðaprosentparturin var lægri í fjør, enn árið fyri, men skaðaendurgjøldini fyri egna rokning vóru 98,6 milliónir í fjør, og í 2022 vóru tey 97,5 milliónir.

Rakstrarkostnaðurin var 28,9 milliónir í fjør, samanborið við 25 milliónir í 2022. Øktu rakstrarútreiðslurnar eru serliga orsakað av, at neyðugar ábøtur vórðu gjørdar á skipanir og á øðrum økjum.

Í fjør vóru 25 ár liðin, síðani Trygd aftur kundi virka á føroyska tryggingarmarknaðinum, og við tíðini er felagið vaksið so mikið, at tørvur var á hesum dagføringum, sigur felagið.