Høvdu einki samband við umheimin í næstan tríggjar tímar

Løgreglan veit kortini ikki um at nakar hevði bráðneyðugan tørv á hjálp

Áki Bertholdsen
1. november 2024 kl. 09:37

Í gjáramorgunin hendi eitt óhapp í sambandi við arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall. Óhappið hendi tá ið samskiftiskaðalin til bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin, varð grivin av.

Hetta er einasta telesamband við bygdirnar norðan fyri, so tey mistu alt signal, bæði telefon, internet, og alt annað.

Tað merkir, at allar bygdirnar norðan fyri høvdu einki samband við umheimin, uttan tey í Svínoy og í Fugloy, tí har hava tey fylgissveina-telefon.

Løgreglan sigur, at arbeitt varð av øllum alvi at útvega bygdunum norðan fyri fylgissveina-telefon og tað eydnaðist at finna tríggjar telefonir, so at nakrar av bygdunum fingu samband aftur. Sostatt fingu Hvannasund, Viðareiði, og arbeiðsplássi í Árnafjørði í sambandi við tunlarnar Norður um Fjall, fingu hvør sína telefon.

Tað gekk kortini lutfalsliga skjótt at umvæla brekið og klokkan 11.40 høvdu bygdirnar aftur telesamband. Men tá hevði sambandið verið kvett í næstan tríggjar tímar, men løgreglan sigur, at tey hava ikki frætt um nakran, sum hevur havt tørv á bráðneyðugari hjálp hesa tíðina, einki samband var.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir tí í 2022 varð kaðalin eisini grivin av í tunnilsmunnanum á Árnafjarðartunlinum í sambandi við kavarudding og tá var einki samband í fleiri tímar.

Tá reisti Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, málið í Løgtinginum tá ið hann bað landsstýrismannin á økinum, Bjarna Kárason Petersen greiða frá støðuni.

Tá upplýsti landsstýrismaðurin, at fipurkaðal varð lagdur gjøgnum gomlu tunlarnar Norður um Fjall í 2006. Fipurkaðalin liggur í veitini á sunnaru síðu í tunlunum. Umstøðurnar eru ikki tær bestu, men ongin skaði hevur verið á fipurin hesi 16 árini - altso til 2022.

Fyri at fyribyrgja, at brekið hendir aftur, varð arbeiði lagt í at gera eina betri loysn fyri økið. Hetta bleiv gjørt soleiðis, at tá ið brekið á fipurkaðalin varð umvælt, varð kaðalin grivin 30 sentimetrar niður.

Við hinar tríggjar tunnilsmunnarnar verður kaðalin tryggjaður á sama hátt, soleiðis at líknandi skaði ikki hendir í økinum aftur.

Nú nýggir tunlar verða gjørdir Norður um Fjall, leggur Føroya Tele nýggjar kaðalar gjøgnum teir.

Arbeiðið verður gjørt soleiðis, at tveir kaðlar verða lagdir alt strekkið, soleiðis, at ein kaðal liggur á hvør sínari síðu av vegnum í tunlinum og vegnum uttanfyri. Hetta minkar munandi um vandan fyri, at alt samband er óvirkið yvir hetta strekkið, segði landsstýrismaðurin.