Inntøkurnar hjá Nes Kommunu í fjør, vóru væl hægri enn menn var í fíggjarætlanini. Tað er úrslitið, nú árið er gjørt upp.
Skattainntøkan hjá kommununi í fjør, var 81 milliónir, sum er 7,8 milliónir hægri enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri í fjør varð roknað við eini nettoskattainntøku upp á 72,7 milliónir. Sostatt vórðu inntøkurnar í fjør, 8,3 milliónir betri enn mett.
Rakstrarútreiðslurnar í fjør vóru 66,7 milliónir ið er 9,8 milliónir meira enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við 66,5 milliónum í rakstrarútreiðslum og sostatt blivu útreiðslurnar í fjør umleið tær, sum mett varð í fíggjarætlanini.
Í fjør var rakstraravlopið, áðrenn íløgurnar, 13,5 milliónir afturímóti 15,6 milliónum í 2022. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi, áðrenn íløgur, uppá 5,3 milliónir. Avlopið, áðrenn íløgur, varð sostatt 8,2 milliónir betri enn mett í fíggjarætlanini.
Í fjør gjørdu Nes Kommuna íløgur fyri 21,6 milliónir. Í fíggjarætlanini, og í eykajáttanum, varð roknað við íløgum fyri 27,2 milliónir. Íløgurnar í fjør vóru sostatt 5,6 milliónir lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í fjør, verða fluttar til í ár.
Tilsamans hevði Nes Kommuna 8,06 milliónir í halli í fjør, samanborið við eitt yvirskot upp á tvær milliónir í 2022.
Men kommunan er væl fyri. Við ársenda í fjør var skuldin hjá Nes kommunu, 36 milliónir.
Kommunur hava ikki loyvi at skylda meiri enn eina álíkning. Nýggjársaftan var skuldarmarkið hjá Nes kommunu, 385,4 milliónir og skuldin var sostatt 42 prosent av eini skattaálíkning.