Ongi úrslit

Høvdu 290 milliónir í yvirskoti

Í Betri Banka eru tey væl nøgd við gongdina í fjør

Áki Bertholdsen
11. mars 2025 kl. 16:19

Betri Banki kunnger í dag roknskapin fyri 2024. Árið var sum heild merkt av góðum úrslitum á virkisøkjunum hjá bankanum, og avlopið gjørdist 290 milliónir.

Bankin sigur at útlánini vuksu 5,5 prosent í fjør, og hetta førdi til hækkaðar rentu­inntøkur. Harnæst fekk bankin eitt gott avkast av íløgunum, og samstundis sum inntøkurnar eru hækkaðar, eru útreiðslurnar ikki vaksnar við somu ferð sum inn­tøkurnar.

Jean Djurhuus, forstjóri, sigur, at eru væl nøgd við úrslitið í fjør. Hann sigur, at hetta er úrslitið av einum miðvísum arbeiði fyri at bøta um gjaldførið og kapitalgrundarlagið hjá bankanum, og hetta er eydnast.

–  Hesi seinastu fýra árini hava vit megnað at økt okkara útlán yvir tvær milliardir, sigur stjórin.

Betri Banki væntar, at árið í ár verður lakari enn í fjør og høvuðsorsøkin er, at renturnar eru lækkaðar, bæði í fjør og í ár.

Árið í stuttum: Ársúrslitið: 290 c
Úrslitið áðrenn skatt: 351 milliónir
Fíggjarstøðan javnvigar við 12.360 milliónir
Útlán: 8.579 milliónir
Innlán: 9.469 milliónir
Eginpeningur: 2.554 milliónir
Kjarnukapitalprosent við árslok er 36,6 prosent

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36