Høvdu 117 milliónir í halli í øðrum ársfjórðingi í ár

– Útlitini fyri seinna hálvár eru ikki so góð longur, sum tey hava verið

Áki Bertholdsen
26. august 2024 kl. 08:01

Annan ársfjórðing í ár hevði Bakkafrost 117 milliónir í halli, eftir skatt. Felagið sigur, at tøkugjaldið var 84 milliónir í øðrum ársfjórðingi, samanborið við 30 milliónir í øðrum ársfjórðingi í fjør.

Fyrra hálvár í ár eru 196 milliónir goldnar í tøkugjaldi aftur ímóti 68 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.

Annars eru lúsatølini framvegis metlág og lívfrøðiliga gongdin er góð. Felagið sigur, at annan ársfjórðing í ár tóku tey 10.226 tons av laksi í Føroyum og 11.366 tons í Skotlandi. Annan ársfjórðing í fjør tóku tey  í 8.658 tons í Føroyum og 7.343 tons í Skotlandi. 

Laksaprísurin var óvanliga høgur fram til hálvan mei, men fall síðani nógv fram til juli, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, í tíðindaskrivi.

Hann sigur at avleiðingin av drúgva verkfallinum var, at tá ið tað endaði, vórðu heili 4.000 tons harafturat útflutt fyri munandi lægri laksaprís. Tá var altjóða laksaprísurin fallin næstan 32 krónur fyri kilo.

At vit funnu ILA í tveimum ringum í Vági í mai, hevur eisini elvt til stórt fíggjarligt tap tí laksurin mátti takast, áðrenn hann var hálvvaksin, sigur stjórin. Kortini fegnast hann um at ILA ikki er staðfest í øðrum aliringum, hvørki í Vági ella aðrastaðni.

Tann seinasti laksurin á Vágsfirði verður tikin nú, og so liggur fjørðurin tómur nakrar mánaðir, áðrenn smolt aftur verður koyrt í ringarnar.

Smoltstøðirnar eru nógv útbygdar hesi seinastu árini og úrslitið av hesum sæst nú tí smoltið er størri og betri enn tað hevur verið.

– Tær stóru smoltstøðirnar eru ein avgerandi liður í at bøta enn meiri um alivinnuna í Føroyum, sigur Regin Jacobsen.

Hann sigur somuleiðis var fóðurframleiðslan hart rakt av verkfallinum, tí tey fingu eini 60. 000 tons minni av rávøru enn vanligt.

Í Skotlandi eru fleiri tiltøk sett í verk fyri at minka um váðan í alingini og tað hevur hepnast væl tí fellið er munandi minni enn tey seinastu árini.

Eins og í Føroyum, hava vit sera gott tak á lúsini í alibrúkunum í Skotlandi, sigur Regin Jakobsen. Hann sigur at tað er tann nýbrótandi viðgerðarhátturin við feskvatni, sum ger munin.

Eisini er framgongd á smoltstøðini í Applecross, har tey fáa stort og gott smolt frá seinna ársfjórðingi í ár.

– Marknaðarútlitini fyri seinna hálvár eru ikki eins góð, sum áður hildið. Fyri at tryggja okkara kappingarføri, hava vit tískil sett fleiri sparitiltøk í verk. Hetta merkist serliga í Skotlandi, har vit í juli lótu virkið í Stornoway aftur, sigur Regin Jacobsen.