Hóttu við at drepa smágentu

Í næstum byrjar eitt mál móti fýra monnum, ið eru skuldsettir fyri at hava burturflutt, bukað og avnoytt ein mann eftir pengum, umframt at hava hótt við at taka dóttir hansara av døgum. Maðurin hevur rindað teimum ákærdu 167.000 krónur.

Steinar Patursson
2. desember 2021 kl. 15:14

6. desember byrjar eitt mál í Føroya rætti móti fýra monnum, har teir eru ákærdir fyri at hava framt harðskap og frælsistøku móti einum manni, umframt at hava hótt við at gera enda á dóttir hansara.

Harumframt er ein fimti maður ákærdur í málinum fyri lutfalsliga minni revsibrot á rúsevnalógina.

Ein maður er ákærdur fyri 20. august í 2020 at hava avnoytt mannin umvegis appuna Wickr, har ákærdi gjørdi greitt, at rindaði maðurin honum ikki 75.000 krónur, sum ákærdi vildi vera við, at hann skyldaði honum, skuldi ákærdi gera enda á honum og dóttir hansara, umframt at hann skuldi buka familjuna. Sambært ákæruritinum rindaði maðurin honum sama dag 50.000 krónur.

Sami maður er ákærdur fyri mánaðin eftir at hava gjørt tað sama, men hesaferð var upphæddin 100.000 krónur. Maðurin seldi tá bilin og rindaði ákærda 60.000 krónur.

Hesin er saman við tveimum øðrum eisini ákærdur fyri 20 desember í 2020 at hava noytt mannin í ein bil og koyrt hann niðan á Vililngardalsvegin, har maðurin varð tikin úr bilinum, buktaður niður á kølarajelmin og sligin. Eisini hesaferð hevur hesin sami maður hótt við at drepa dótrina, og hesaferð var skuldin 100.000 krónur, sambært ákæruritinum.

Í einum øðrum forholdi eru tveir teirra saman við einum 46 ára gomlum danskara ákærdir fyri at hava funnið fram til mannin í einum bili uttan fyri Sjósavnið á Argjum. Sambært ákæruritinum varð maðurin drigin úr bilinum, og ákærdu koyrdu ein posa yvir høvdið hjá honum og settu hann í ein annan bil, har danski ákærdi sat á førarasetrinum. Hendurnar hjá manninum vórðu knýttar saman við stripsum, ið vórðu strammað fleiri ferðir, og okkurt kalt varð sett móti barkanum hjá manninum, sum ákæruvaldið metir hava verið ein knív. Maðurin varð síðani bukaður móti tinningunum fleiri ferðir.

Sambært ákæruritinum skal danski maðurin tá hava sagt, at hann var stjórin, og at maðurin skuldi rinda honum sínar pengar, sum nú vóru 300.000 krónur.

Undir grundlógarhoyrinum í januar, har allir fýra vórðu varðhaldsfongslaðir, segði ákærin, at danski maðurin hevði eisini roynt at drigið ein annan mann úr bilinum, men tað eydnaðist ikki.

Dagin eftir rindaði maðurin 57.000 krónur.

Tilsamans hevur maðurin rindað teimum ákærdu 167.000 krónur.

Tveir teirra ákærdu hava sitið í varðhaldi síðan 22. januar í ár, og fingu harumframt fimm og fimm og eitt hálvt ára fongsulsrevsing 11. november í ár fyri eitt umfatandi rúsevnismál. Annar teirra varð handtikin í stórum løgregluátaki á Grønlandsvegnum 15. januar í ár, tá løgreglan møtti mannsterk og alvápnað upp á einum bústaði har fyri at handtaka mannin.