Stutt eftir midnátt varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði í Havn, tí ein maður var so illur í sær, at tað flættaðist ikki við hann.
Tá ið løgreglan kom á staðið, oysti hann gor og gall oman yvir løgreglufólkini, og hesum sambandi hótti hann eisini eitt løgreglufólk við harðskapi.
Tí varð hann handtikin, men eftir at hann varð handtikin, royndi hann eisini at sleppa sær til rýminingar, men løgreglan fekk fatur á honum aftur beinanvegin.
Sostatt varð hann tikin við á løgreglustøðina, har hann hevur sovið í nátt. Tá ið hann klárnaði aftur í morgun, varð hann tikin til avhoyringar og síðani varð hann leyslatin.
Men hann er skuldsettur fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar, fyri at hva hótt eitt løgreglufólk, og fyri at hava roynt at rýma undan løgregluni - eftir at hann var handtikin