Hótti starvsfólk á Herberginum
Løgregluni stóð fyri manninum tá ið hann kom í land av Smyrli
Áki Bertholdsen
29. november 2023 kl. 09:00
Seinnapartin í gjár varð ringt av Herberginum í Havn til løgregluna at melda ein mann, sum hevði verið hóttandi ímóti starvsfólki á Herberginum.
Løgreglan fór á staðið, men áðrenn tey komu so langt, máttu tey broyta ætlan tí tað vóru bráðneyðug boð eftir teimum í sambandi við eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi.
Tá ið ferðsluóhappið var avgreitt, gekk leiðin aftur á Herbergið, men tá var maðurin horvin. Men tey frættu, at hann var á veg til Suðuroyar við Smyrli, so tá ið hann kom í land á Krambatanga, stóð løgreglan fyri honum.
Meðurin varð tikin við á støðina, har hann varð avhoyrdur og síðani leyslatin. Men hann er nú skuldsettur fyri hóttanir.