Hóttanir fekk grønlendskan borgarstjóra framum bíðirøðina

Borgarstjórin í Nuuk biður nú borgararnar um umbering

Sigurjón Einarsson
30. juli 2021 kl. 14:26

Hósdagin 22. juli var tann stóri koppsetingardagurin í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, tá íbúgvarnir fingu bjóðað møguleikan at lata seg koppseta. Men tað gekk ikki rúm tíð, so var einki koppingarevni eftir.

Hóast langar bíðirøðir, so varð borgarstjórin í Nuuk, Charlotte Ludvigsen, koppsett áðrenn øll hini, eftir at ein embætismaður hevði hótt seg, borgarstjóran og tvey onnur framum bíðirøðirnar, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Sambært einum koppsetingarsamskipara, so bað embætismaðurin um, at hann, borgarstjórin og tvey onnur embætisfólk kundu verða koppsett áðrenn dyrnar lótu upp fyri almenninginum.  

Nú, tá ið hendingin er komin fram í ljósmála, biður borgarstjórin um umbering.

– Eg vil gjarna siga orsaka til borgararnar, fyri at hava borið meg soleiðis at. Ábyrgdin er mín, men tað var ikki mín ætlan at fáa nakran fyrimun áðrenn øll onnur, sigur Ludvigsen við KNR.

Eisini hevur hon biðið um umbering á sínum Facebook-vanga.

Borgarstjórin sigur, at hon var ikki greið yvir, at hóttanir vórðu brúktar, fyri at koma framum bíðirøðirnar.

– Eg vóni, at talan er um eina misskiljing, tí sjálvandi er tað týdningarmikið fyri okkum at hjálpa til í koronutíðini, sigur Charlotte Ludvigsen til KNR.