Hotel Norð: Tað gjørdist øðrvísi enn væntað

Jógvan Heinesen, stjóri og eigari av norðasta gistingarhúsinum í landinum, staðfestir, at hetta árið ikki heilt gjørdist sum tey høvdu vónað og væntað, men fellur tó ikki í fátt av teirri orsøk. – Vit arbeiða í løtuni við at gera nakrar pakkar, sum kunnu fáa ein part innaftur av tí mista, sigur hann

Sveinur Tróndarson
10. juni 2020 kl. 07:50

- Um man ikki klárar at standa ímóti í eina tíð, so er grundarlagið ikki nóg gott. Men tað sigur seg sjálvt, at gongd má koma á aftur áðrenn alt ov nógvir mánaðir eru farnir, annars gongur galið.

Tað sigur Jógvan Heinesen, sum hevur átt Hotel Norð á Viðareiði síðan aldarskifti.

Raksturin av smáum gistingarhúsum á smáplássum var sera tungur fyri nógvum árum síðan, men eftir at ferðavinnan hevur tikið seg upp, er eftirspurningurin eisini øktur norðuri á Viðareiði.

Tað hevur havt við sær, at tey hava umvælt og dagført gistingarhúsið, so tað skuldi standa klárt og liðugt, tá ferðavinnutíðin byrjaði.

Og tað var nakað, sum bendi á, at árið skuldi gerast meira enn bara brúkiligt, tí Hotel Norð hevði fingið rættiliga nógvar bíleggingar.

- Men tað er sjálvandi alt farið fyri skeytið. Landið er stongt fyri útlendskum ferðandi, og tað fáa vit ikki gjørt meira við, sigur Jógvan Heinesen.

Skiftu kós
Avleiðingin var, at tær ætlanir, sum vóru settar út í kortið, vóru lagdar til viks, ella útsettar fyri at siga tað so.

- Vit høvdu havt ætlanir um at seta fleiri fólk í starv, men teimum ætlanunum máttu vit sleppa, sigur Jógvan Heinesen.

Tá vit tosa við hann, er hann staddur á svartkjaftafeltinum, tí umframt at vera hoteleigari, er hann eisini sjómaður í “lágsesongini”. Hetta ber serliga væl til, nú eingi ferðafólk eru á gistingarhúsinum.

- Eg plagi at vera heima summarmánaðirnar, so eg kann taka mær fult og heilt av hotellinum, men um tað verður so í ár, er ov tíðliga at siga nú, sigur Jógvan Heinesen í telefonini.

Seta pakkar saman
Eins og flestu av starvsfeløgum hansara í ferðavinnuni, hava Jógvan Heinesen og hansara fólk nú vent eygunum móti føroyskum ferðandi.

Heilt hvussu tað skal skipast er ikki greitt enn, men tey arbeiða í løtuni við pakkum, sum skulu lokka føroysk ferðafólk til nýumvælda gistingarhúsið á Viðareiði.

- Tað ber ikki ordiliga til hjá fólki at taka vikur úr kalendaranum áðrenn skúlarnir fara í summarfrí, so tað sum vit sikta eftir kemur frá juni-juli mánað og úteftir, greiðir hann frá.

Men hvussu nógv klárar tað at uppviga av tí mista?

- Vit fara ikki at fáa alt tað mista innaftur, verri enn so. Men tað bøtir um, tá eingin inntøka er, og vónandi taka fólk undir við tí, sigur Jógvan Heinesen.

Skeiðvirksemi
Tey, sum hava verið á Viðareiði vita, at har er vakurt.

Kanska er tað – og friðurin – ein av orsøkunum til, at Hotel Norð er lutfalsliga nógv brúkt til skeiðvirksemi.

Sum støðan er nú, væntar stjórin ikki, at hesin parturin av virkseminum verður ávirkaður, tí hann liggur longur frammi á árinum.

- Tá er hetta vónandi farið afturum okkum, so vit aftur kunnu seta kós móti vanligum rakstri, sigur Jógvan Heinesen.