Horsens tekur eisini fysiska venjaran frá HB

Føroyameistararnir missa nú eisini fysiska venjaran, sum annars hevur verið sera væl umtóktur í felagnum. Sebastian Dam hevur sagt seg úr starvi, tí hann hevur fingið starv hjá Horsens, sum eisini fór við høvuðsvenjaranum hjá HB, Jens Berthel Askou

Sveinur Tróndarson
1. mars 2021 kl. 12:07

Føroyameistararnir missa nú eisini fysiska venjaran, sum annars hevur verið sera væl umtóktur í felagnum. Sebastian Dam hevur sagt seg úr starvi, tí hann hevur fingið starv hjá Horsens, sum eisini fór við høvuðsvenjaranum hjá HB, Jens Berthel Askou

Fyrst rýmdi Jens Berthel Askou, tí hann heldur vildi vera venjari hjá Horsens, sum spælir í donsku superliguni.

Nú hevur so fysiski venjarin hjá HB, sum Jens Berthel Askou fekk til Føroya, so sagt sítt starv upp, og eisini hesaferð er orsøkin eitt starv hjá Horsens.

Tí søkir HB nú eftir nýggjum fysiskum venjara til besta liðið. Umsóknin, sum kann lesast á heimasíðuni hjá HB er á donskum, og tað er tað ein orsøk til, greiðir Páll Mohr Joensen, formaður í HB frá.

- Vit leita í Danmark eftir einum fysiskum venjara, og tað gera vit av teirri heilt einføldu orsøk, at vit vænta ikki at finna ein fysiskan venjara við teimum kvalifikatiónunum, sum okkum tørvar,  í Føroyum, nú fyrireikingarnar til hetta kappingarárið eru komnar so langt sum tær eru. Tí hava vit heldur valt at leita í Danmark, sigur hann.

HB-formaðurin er harmur um, at Sebastian Dam velur at steðga samstarvinum nú, og tað eru tað fleiri orsøkir til.

- Sebastian Dam hevur verið sera væl umtóktur, bæði millum leikarar og leiðarar, og so hevur hann verið sera dugnaligur, sigur Páll Mohr Joensen.

Sjálvt um hann viðurkennir, at støðan er óheppin fyri HB, so er hann kortini eitt sindur errin av, at feløg í bestu donsku fótbóltsdeildini koma til Føroya, til HB, eftir fólki.

- Tað vísir, at tey fólkini, sum vit fóru eftir í fjør, vóru so dugnalig, at feløg í kappingum, sum eru sterkari enn okkara, nú vilja hava okkara fólk. So sjálvt um tað er spell fyri okkum, so er tað eisini eitt slag av einari fjøður í hattin hjá okkum, sigur Páll Mohr Joensen.

Sebastian Dam hevur uppsagnartíð í HB, og hana má hann halda seg til. Men HB-formaðurin vónar, at tað fer at bera til at finna ein nýggjan so mikið skjótt, at nýggi venjarin fær nakrar dagar saman við fráfarandi venjaranum.

- Nú hevur hann sagt upp, og sjálvandi fara vit ikki at steðga honum, tí hetta er eitt stig upp á hansara fakligu leið. Men tað sigur seg sjálvt, at vit fegin vilja hava ein nýggjan venjara áðrenn hann fer, og tí royna vit at gera skjótt av, sigur Páll Mohr Joensen.