Hópurin móti Luksemborg úttikin

22 spælarar eru úttiknir til venjingardystirnar móti Luksemborg, sum vera á útivølli 5. og 8. apríl

Myndin er tilvildarlig (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
Redaktiónin
20. mars 2023 kl. 10:20

Tann 1. juni í ár tekur Signe Pries Andersen við starvinum sum venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Men inntil tá verður tað hjálparvenjarin, Svenn Olsen, ið hevur ábyrgdina av liðnum.

Og tað verður eisini Svenn, ið fer at standa við stýrisvølin, tá kvinnurnar fyrst í komandi mánað skulu spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Luksemborg. Dystirnir vera 5. og 8. apríl.

Hópurin er nú klárur, og talan er í stóran mun um spælarar úr heimligu kappingini. Kortini eru tríggjar, Julia Naomi Mortensen og Jensa Tórolvsdóttir, ið spæla í Danmark, og Ásla Johannesen, ið spælir í svenskum fótbólti, millum tær 22, ið Svenn Olsen hevur boðsent.

Umframt at fáa tveir góðar venjingardystir, eru landsdystirnir móti Luksemborg eisini liður í fyrireikingunum til UEFA Nations League, sum byrjar tíðliga í heyst. Hvørjum londum Føroyar skulu spæla ímóti, verður avgreitt við lutakasti 2. mai.

Hópurin:
Margit Kwao, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36 Tórshavn
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Jensa Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)
Sarita Maria Mittfoss, HB Tórshavn
Ása Stórá Carlsen, HB Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Rúna Olsen, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo