Tað er eftir øllum at døma ikki bara í Føroyum, at bústaðarkreppa herjar. Í Hong Kong liva áleið 7,4 mió. fólk í einum umráði uppá 106 ferkilometrar. Aftrat tí, at býurin er so tættfólkaður, hava nógv ikki ráð at fáa sær bústað vegna alsamt hækkandi bústaðarprísunum, tað skriar BBC News á heimasíðuna.
Tí ætlar ein lokalur arkitektur at venda gongdini við at byggja risastór betongrør um til lítlar íbúðir, og harvið stápla tær omaná hvørja aðra.
Mangt verður í neyðini nýtt. Sum fylgja av stóra bústaðartrotinum, hava fólk funnið aðrar - heldur undarligar - loysnir. Ein arkitektur hevur gjørt royndir við óvanliga lítlum íbúðum, sokallaðum "nano-íbúðum". Ein tílík íbúð, ið ikki er nógv størri enn eitt p-pláss, góðar 12 fermetrar, varð herfyri seld fyri umleið 1,5 mió. krónur.
James Law, arkitekur, lýsir, hvussu Hong Kong er vorðið víðakent fyri minimalir bústaðir - íbúðir í sundirbýttum eindum - inni í handilsbygningum. "Einki sólaljós, eingin ordilig útlufting, sera lítlir klivar uppá áleið 4,5 fermetrar", sigur Law. "Í grundini er talan um góðseigarar, sum veruliga býta pássið sundir í mikroeindir, tí fólk hava rætt og slætt ikki ráð til at fáa sær vanligar íbúðir".
Fólk eru eisinibyrjað at leiga seg inn í bústaðir, sum í roynd og veru kunnu lýsast sum búður. Túsundvís av fólki hava einki annað val, enn at leiga eitt pláss á 1,4 fermetrar - eitt búður.
"Eitt týpiskt búður-hús hevur koyggjusengur í trimum hæddum. Búðurið verður síðan klætt við neti, við tí fri eyga at geva íbúgvunum frið og trygd. Minnir um eitt fongsul", sigur Law, "eitt ræðuligt lív at liva so", heldur hann fram.
Og fólk mugu gjalda fyri at liva so. Ein sundirbýtt íbúð, sum er um 5-10 fermetrar, kostar millum 2.400 og 4.800 krónur um mánaðin. Samstundis kostar eitt "búður" ikki nógv minni: umleið 2.400 krónur um mánain, sigur James Law.
James Law hevur møguliga funnið eina loysn. Hann arbeiðir nevniliga uppá at byggja mikrohús, sum hann kallar fyri "OPod", burturúr risastórum vatnrørum úr betongi, sum síðan kunnu stáplast omaná hvørt annað. Tað er ein skjótur máti at byggja íbúðarbygningar.
"Rørini verða vanliga brúkt í undirgrundini til at leiða burtur vatn, tá illverður er", sigur Law. Og rørini verða okkum útvegað sera bíliga, tí byggivinnan hevur mong til yvurs. Tey geva okkum rørini fyri ein biligan penga, heldur enn at koyra tey burtur. Síðani spýta vit eitt sindur av peningini í aftrat, og kunnu so innrætta rørini við møblum, vesi við brúsu, einum lítlum køki, við eini sovisofu... Og so hevur tú eitt heim".