Lutakast hevur nú fyrrapartin verið til EM-endaspælið hjá U20 monnum, ið verður í Portugal í summar.
Føroysku U20-menninir fingu eitt torført lutakast. Føroyar komu í bólk saman við Slovenia, Danmark og Ungarn.
Tá hesin sami aldursbólkurin spældi U18-EM, gjørdist Slovenia nummar fýra, Danmark nummar fimm og Ungarn nummar níggju.
Út frá styrkismetingini til lutakastið, so var Slovenia veikasta liðið í potti 1, Danmark sterkasta liðið í potti 2 og Ungarn sterkasta liðið í potti 3.
Sostatt má staðfestast, at hetta gjørdist eitt sera avbjóðandi lutakast.
Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki koma víðari til millumrunduna.
Bólkarnir:
Bólkur A: Spania, Portugal, Noreg, Pólland
Bólkur B: Slovenia, Danmark, Ungarn, Føroyar
Bólkur C: Kroatia, Svøríki, Frakland, Montenegro
Bólkur D: Týskland, Ísland, Italia, Serbia
Kappingin verður leikt í Porto í Portugal, dagarnir 7. - 17. juli.
Til ber at lesa meira um kappingina og bólkarnar her: https://www.eurohandball.com/en/news/en/draw-for-m20-ehf-euro-2022-held-in-gondomar