Hondbóltur: Størsta íslendska stjørnan fingið korona

Aron Pálmarsson er staðfestur við koronu og verður sostatt ikki við móti Danmark í kvøld. Nú hava fimm leikarar hjá Íslandi fingið staðfest koronu

Sigurjón Einarsson
20. januar 2022 kl. 14:38

Størsta hondbóltsstjørnan hjá Íslandi, Aron Pálmarsson, hevur fingið staðfest koronu.

Tað upplýsir íslendska hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.

Við einari positivari snarkanning í morgun, fór íslendska hondbóltsstjørnan beinleiðis í sóttarhald.

Men hann er ikki einasti leikari á íslendska hondbóltslandsliðnum, sum hevur fingið staðfest koronu.

BV Lemgo-leikarin, Bjarki Már Elísson, er eisini staðfestur positivur, og hann sigur nú eisini í sóttarhaldi.

Báðir leikararnir bíða nú eftir úrslitinum av hvør sínari PCR-kanning, sum verður avgerandi fyri, hvørt teir sleppa at spæla móti Danmark í kvøld ella ikki, vísur PCR-kanningin, at teir hava fingið koronu.  

Korona herjar nú í íslendska hópinum, tí í gjár vórðu eisini tríggir leikarar staðfestir positivir. Hesir eru Ólafur Andrés Gudmundsson, Elvar Örn Jónsson og Björgvin Páll Gústavsson.

Harvið eru fimm leikarar í íslendska hópinum, ið hava fingið staðfest koronu.  

Ísland og Danmark bresta saman í kvøld, hóskvøldið, í fyrsta dystinum í millumumfarinum í Budapest í Ungarn, har bæði landsliðini hava fingið tvey stig við sær úr bólkaspælinum.