Føroyar spæla í dag um at koma í HM-endaspælið, og mótstøðan kann ikki sigast at vera annað enn øgilig. Vit tosa um stórar, sterkar og snildar týskar leikarar, sum í fleiri ár hava verið stjørnur á altjóða hondbóltspallinum. Soleiðis er eisini í dag, tá dysturin byrjar í Kiel, men nú leikaralistin er komin út, sæst eisini, at stóru stjørnurnar eru færri í tali enn vanligt.
Trok.fo hevur lagt leikaralistan út, og her sæst, at sterkastu liðini í Bundesliguni, Magdeburg, Flensburg og Kiel eru ikki so væl umboðaði. Hinvegin, so hava leikarar úr øðrum feløgum fingið pláss á dagsins liði móti føroyingum.
Dystirnir báðir millum Føroyar og Týskland eru annað play-off umfar í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir kemur til HM-endaspælið.
Føroyar spæla móti Týsklandi í dag kl. 17.15 í Wunderino Arena í Kiel framman fyri 7.000 áskoðarum, og tað ber til hjá føroyingum her heima at fylgja við, tí KVF sendir frá dystinum í sjónvarpinum.
Hin dysturin er leygardagin 16. apríl kl. 19.00 í Høllini á Hálsi. Stórar hondbóltsstjørnur eru ikki í Føroyum á hvørjum degi, og sum skilst úr Hondbóltssambandi Føroya, gongur atgongumerkjasølan til dystin sum heitt breyð.
Leikaralistin sær soleiðis út: