Hondbóltur: KÍF avstað við toppskjúttanum

Toppskjúttin í føroyskum hondbólti í ár, Vuk Stevanovic, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við KÍF.

Katrin Erlendsdóttir
12. apríl 2022 kl. 09:11

Í Kollafirði lata tey ongan iva vera um, at fyrireikingarnar til komandi kappingarár hjá KÍF longu eru farnar í gongd:

- Nú kappingarárið 21/22 er farið aftur um bak, hyggja vit frameftir. KÍF og Vuk Stevanovic hava skrivað undir tvey ára sáttmála.

Sostatt er greitt, at Vuk Stevanovic gevst í Team Klaksvík, har hann veruliga hevur gjørt um seg og sett nógvar bóltar í netið. Í ár gjørdist hann einki minni enn nýggjur toppskjútti í føroyskum manshondbólti við 189 málum.

- Sterki bakspælarin hevur prógvað sítt virði hesi tvey árini, hann hevur verið í Føroyum. Og tí eru vit glað fyri, at Vuk hevur valt KÍF, skrivar KÍF í fráboðanini um nýggja leikaran.

Umframt at spæla fyri besta mansliðið, skal Vuk Stevanovic eisini venja dreingjaliðini hjá KÍF.

Kollfirðingar fóru leygarkvøldið til hús við silvurheiðursmerkjum um hálsin aftaná síðsta finaludystin móti H71, sum gjørdist føroyameistari. Annað pláss í kappingini boðar frá einum lutfalsliga góðum ári hjá KÍF, sum altso longu spennir seg út til komandi ár.