Hondbóltur: Hákun og Jónas avgerðandi í teprum sigrum

Jónas Gunnarson Djurhuus, Leivur Mortensen og Hákun West av Teigum vunnu sínar dystir í Danmark, leygardagin.

Hákun West av Teigum í landsdysti. (Mynd: Jens Kristian Vang)
Helgi Hildarson Hoydal
12. november 2022 kl. 14:00

Hákun aftur sannførandi

Skanderborg Århus Håndbold var á vitjan hjá botnliðnum HC Midtjylland leygardagin. Fyri at hanga við kappingini um eitt pláss í endaspælinum mátti liðið hjá Hákuni vinna. Dysturin var tættur leingi, men seinastu fimm minuttirnar fall avgerðin.

Hákun West av Teigum var aftur sannførandi, og skoraði fýra mál, upp á fýra møguleikar.

Tað hevur verið tosað nógv um Hákun seinastu vikurnar í samband við at skifti hansara til bestu týsku deildina bleiv alment. Hann verður, av serfrøðingum, skýrdur at verða millum bestu leikarar á hansara plássið í deildini.  Hann vísti aftur í dag, at hann er álitið tá hann fær bóltin á vonginum.

Komandi felagið hjá honum, Füchse Berlin, stendur í eini truplari støðu nú. Svenski Valter Crintz, sum eisini er høgri vongur, sleit krossbandi fyri eini viku síðan. Tað merkir at hann er skaddur í umleið eitt ár. Enn er óvist hvør fer at røkja plássið saman við Hákuni komandi kappingarár, inntil sviin er klárur aftur.

Eftir sigurin liggur Skanderborg Århus Håndbold á 9. plássi, við 10 stigum eftir 12 dystir. Átta tey fremstu liðini sleppa við í endaspælið.

Jónas skeyt sjey

FIF og Jónas Gunnarson Djurhuus vunnu leygardagin á torførum útivølli. Teir vóru undirtippaðir áðrenn dystin, men seinastu vikurnar í donsku 1. deild, hava víst okkum at føroyingaliðið ikki skal undirmetast. Undan dystinum gav FIF-sigur peningin umleið seks ferðir aftur.

Aftur í dag vunnu teir við einum máli. Hesa ferð ímóti Rækker Mølle sum undan dystinum lógu á 5. plássi. Jónas skeyt sjey mál í sigrinum, meðan Leivur Mortensen skeyt fimm mál.

Jónas Gunnarson Djurhuus hevur skotið nógv mál fyri felagið seinastu tíðina. Í oktober mánaði var hann tann sum hevði skotið triðflest mál í deildini tann mánaðin.

Leivur Mortensen sum mátti finna sær nýtt felag eftir at Ajax Keypmannahavn fór á húsagang hevur eisini spælt væl síðan hann kom til felagið. Seinasta dyst avgjørdi hann við at skjóta seinasta málið, tá teir vunnu 34-33 á Roskilde. Aftur í dag var hann eisini avgerðandi.

FIF sum ikki hevði stóru vónirnar áðrenn kappingin fór í gongd, og vóru tippaðir at liggja í botninum í deildini í ár, liggja nú á 5. plássi.

Fleiri dystir leygardagin

Fleiri av hondbóltsútisetunum skulu í dyst seinni í dag. Í Íslandi spælir ÍBV, við Janusi Dam Djurhuus og Dánjali Ragnarssyni ímóti Grotta.

Follo, við Teis Horn Rasmussen, spælir ímóti OSI, í næstbestu deildini í Norra.

Pætur Mikkjalson í svenska felagnum AMO HK, í næstbestu deildini skal leika ímóti Tyreso.

Somuleiðis í Svøríki skal felagið hjá Óla Mittún og Eliasi á Skipagøtu spæla steypadyst ímóti Hammarby.