Fyri viku síðan fekk føroyski vongurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, ein fipurskaða, og mátti tí takka fyri seg í hesi EM-kappingini, sum er í Ungarn í hesum døgum.
Í hansara stað kom ein annar hondbóltsleikari við ættarbondum úr Føroyum, Hans Lindberg, inn í hópin.
Men tað var ikki leingi, at hann slapp at vera partur av danska EM-hópinum, tí í gjárkvøldið hevur Hans Lindberg fingið staðfest eina positiva koronukanning, og er tí farin í sóttarhald alt fyri eitt.
Tað skrivar danska hondbóltssambandið (DHF) á heimasíðu sínari.
Harvið legst danska hondbóltslandsliðið afturat teimum tjóðunum, ið hava koronusmittu í hópinum.
Hans Lindberg er næsti danski leikarin, ið hevur fingið staðfest koronu. Málverjin, Jannick Green, fekk staðfest koronu við komu í Ungarn. Hann hevur sitið í sóttarhaldi, men er vorðin tøkur aftur.
Fleiri hava sett spurningar við, hví EM-kapping yvirhøvur heldur fram, eftir at upp móti 70 leikarar hava fingið staðfest koronu, síðan fyrstu EM-dystirnir vórðu leiktir tann 13. januar, men hóast hetta, hevur DHF ætlanir at halda fram við kappingini sum ætlað.
Danmark spælir sín næsta dyst í millum-bólkaspælinum í EM-kappingini leygarkvøldið klokkan 20.30, tá Danmark og Kroatia bresta saman.