Hondbóltur: 2xNeistin og H71

Nú hálvfinalurnar eru leiktar, er greitt, at Neistin og H71 eiga báðar finalurnar

Dan Lamhauge
14. februar 2021 kl. 19:36

Hesi bæði seinastu vikuskifini eru hálvfinalurnar í steypakappingini leiktar. Hjá kvinnunum møttust StÍF og H71. Fyrru hálvfinaluna, sum varð leikt inni á Skála fyri viku síðani, vann H71 greitt 28-21. Tí skuldi eitt satt bragd til, fyri at tær í StÍF skuldu vinna seg í finaluna. Tað var líka við, tí StÍF vann seinna dystin 26-20. Sostatt vann H71 seg í sjálva finaluna við einum samlaðum sigri á 48-47.

Í finaluni møta møta hoyvíkskvinnur teimum úr Neistanum. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 25-25, og tí var lagt upp til sera spennandi seinnu hálvfinalu. Tað gjørdist eisini spennandi. Í slíkum dystum er tað, at stóru stjørnurnar skulu gera mun. Tað gjørdi Marjun Danberg eisini, tí við hennara 11 málum átti hon sín stóra leiklut í, at Neistin vann seinna dystin móti grannunum og oddaliðnum í landskappingini, Kyndli, við 26-24. Sostatt møtast H71 og Neistin í kvinnufinaluni.

Tað verða somu feløg, sum møtast í mansfinaluni. Neistin vann báðar dystirnar móti KÍF. Fyrri dysturin var tættur og endaði við, at Neistin vann 25-24. Í seinnu hálvfinaluni var talan um javnan dyst, men Neistin hevði alla tíðina munin, og endaði við at vinna 29-26.

Í hinari finaluni var talan um sannan gysara. Fyrra dystin inni á Skála fyri viku síðani vann H71 26-22. Her mundu heimamenninir iðra seg um, at teir ikki fingu fleiri mál seinastu løtuna, tí talan var um sera javnan dyst. Úrslitið hevði við sær, at H71 hevði góð kort á hondini til seinna dystin. Tað var um reppið, at hoyvíkskingar mistu alt á gólvið. H71 hevði tamarhald á dystinum líka til tað nærkaðist endanum. Teir í StÍF góvu ikki upp, og tá samanum kom, var tað eitt mál á útivølli, sum tryggjaði H71 finalusessin. Hetta tí, at dysturin endaði 25-21, og tí gjørdist samanlagda úrslitið 47-47, men H71 er víðari, tí teir skoraðu tað eina málið fleiri á útivølli.

Sostatt eru H71 og Neistin í báðu finalunum, sum verða leiktar um eina viku, 20.februar.