Hondbóltssambandið hevur sett nýggjan stjóra

Hann tekur við starvinum 1. februar

Andrass Thomsen saman við Gunn Ellefsen forkvinnu í HSF
Jóannes Hansen
4. januar 2024 kl. 11:57

Andrass Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í Hondbóltssambandi Føroya.

Starvsnevndin hjá HSF viðmerkir, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Andrassi hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt, har stjórin skal standa fyri umsiting og leiðslu í sambandinum.

Andrass er 36-ára gamal og búsitandi í Hoyvík. Andrass er útbúgvin løgfrøðingur og hevur m.a. áður starvast við ítróttaumsiting í Fótbóltssambandi Føroya og við løgfrøði hjá Ríkisumboðnum.

Andrass Thomsen tekur við starvinum eftir Hans Jón Thomsen og byrjar í starvinum 1. februar