Hondbóltssamfelag Føroya skrivar soleiðis í dag:
Føroyar sova á Djurhuus.
Hondbóltssambandið og Hotel Djurhuus hava gjørt nýggja sponsoravtalu. Hotel Djurhuus verður stórstuðul hjá HSF og harvið m.a. ein av sjónligu stuðlunum á øllum klæðunum hjá landsliðunum.
Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini hjá HSF, var herfyri saman við landsliðsleikarunum Guðrið á Borg og Janu Mittún niðri á Hotel Djurhuus og vitjaði, har sáttmálin varð undirskrivaður saman við Rúna Djurhuus, eigara, og Jenny í Heiðunum, stjóra.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, sigur um nýggju avtaluna:
– Vit hava havt eitt serstakliga gott samstarv við Hotel Djurhuus seinastu árini, har okkara A-landslið gista, tá tey spæla á heimavølli. Tað er týdningarmikið, at okkara fremstu ítróttafólk fáa góða hvíld og frið upp til týdningarmiklar uppgávur og hava okkara landslið fingið hetta á Hotel Djurhuus.
Rúni Djurhuus og Jenny í Heiðunum viðmerkja um nýggja sáttmálan:
– Vit eru ógvuliga fegin um, at vit kunnu gera okkara til at bera hondbóltin og føroysku landsliðini fram og at kunna herberga økta virkseminum hjá HSF. Landsliðini eru millum bestu sendifólk Føroya, og eru vit fegin um at leggja lon til hesi.
Sponsoravtalan er galdandi fyri 2023, 2024 og 2025.