Hondbóltsferð beinleiðis til Norðurmakedonia

Seinni dysturin um HM-pláss millum Føroyar og Norðurmakedonia verður í Skopje 12. mai 2024

Fonn Flog
15. februar 2024 kl. 11:08

Fonn Flog skipar fyri beinleiðis ferð til Norðurmakedonia, har seinni dysturin um HM-pláss millum Føroyar og Norðurmakedonia verður í Skopje 12. mai 2024. Felagið skrivar soleiðis á Facebook í dag:

- Um vit fáa fylt eitt flogfar, so gera vit ein beinleiðis flogtúr við Atlantic Airways til Norðurmakedonia. Sí meira um treytir niðanfyri.

Pakkaferð úr kr. 10.950 fyri hvønn við gisting í deildum dupultkamari. Einarúm eyka kr. 1.500.

Íroknað pakkaferðina:

  • Flogferð beinleiðis til Skopje og aftur.

  • Gisting á Skopje Marriott Hotel í 3 nætur íroknað morgunmat.

  • Atgongumerki til dystin 12. mai.

  • Bussur frá flogvøllinum í Skopje til hotellið tann 10. mai og retur 13. mai.


Flogtíðir

  • 10. mai Vágar - Skopje, fráferð kl. 17:15, koma til Skopje kl. 22:30

  • 13. mai Skopje - Vágar, fráferð kl. 06:15, koma til Vágar kl. 09:30


Flogtíðin er umleið 4 tímar og 30 minuttir.


Hotellið:

Skopje Marriott Hotel er eitt nýmótans hotel í sentrum av Skopje. Íroknað prísin er eisini atgongd til SPA-umráðið á hotellinum (sauna, svimjihylur, jacuzzi og fitness).

Les meira um túrin á heimasíðuni: https://www.fonnflog.fo/fer.../hm-nor%C3%B0urmakedonia-2024/

GG!! Túrurin verður bert gjørdur, um vit klára at fylla eitt flogfar. Tað verður bert hesin eini túrurin, tískil ræður um at bíleggja nú beinanvegin fyri at tryggja sær pláss. Gjaldast SKAL við bílegging.

Um vit ikki hava fult flogfar hósdagin 29. februar, verður túrurin ikki gjørdur. Um túrurin verður avlýstur, fáa øll allan peningin afturrindaðan, sum tey hava goldið fyri pakkaferðina,

Fyrivarni verður tikið fyri tíðarbroytingum.

Send ein teldupost á skopje@fonnflog.fo ella ring 47 63 63