Nú kappingarárið í hondbólti er farið at halla, fara fyrstu finalurnar í endaspælinum hjá bæði kvinnum og monnum at byrja. Spælt verður best av fimm dystum. Tað liðið, ið fyrst vinnur tríggjar dystir gert føroyameistari. Fyrsta finaluuppgerðin hjá kvinnum var leikt í gjár, ímeðan tann fyrsta finaluuppgerðin hjá monnum verður spæld í dag klokkan 16.
Í FM-finaluuppgerðunum í Burn-deildini, eru H71 og KÍF. H71 eru favorittar undan dystinum, og eiga heimavøll í fyrstu finaluni. Teir endaðu fremst í Burn-deildini og vunnu seg haraftrat á sannførandi hátt víðari úr hálvfinaluni ímóti Team Klaksvík. Tað eru nøkur ár síðan H71 seinast vann FM. Seinast var í 2019. Tó er hetta stutt síðan samanborið við KÍF, ið vann sítt síðsta FM í 2014.
Fyrsta finalan hjá kvinnum var í gjárkvøldið klokkan 19. Liðini í finaluni vóru H71 og Neistin. Við góðum spæli og fáum villum, var tað H71, ið legði best frá landi. Hálvleiksstøðan var 16-11. Í seinna hálvleiki mundi H71 mist takið á dystinum, tá Neistin minkaði munin niður í tvey mál. Tó eydnaðist tað ikki Neistanum at vinna seg framum H71. Endaliga úrslitið gjørdist 29-24 til H71.
Kvinnurnar hjá H71 hava ongantíð áður vunnið FM meistaraheitið. Hinvegin, er Neistin tað liðið, ið hevur vunnið flest FM meistaraheitið hjá kvinnum. Seinast tær vunnu var í 2016. Við sigrinum í gjár eru hoyvíkskvinnurnar eitt fet nærri dreyminum um fyrsta FM meistaraheitið. Næsta finalan verður longu týskvøldið klokkan 19, tá fær Neistin møguleikan at hevna seg.