Eingin dómari – eingin dystur. Soleiðis verður mangan tikið til, og tað er allarhelst eisini okkurt um prátið.
Um vikuskiftið vóru eini 60 úrmælingadómarar og dómaraeygleiðarar samlaðir á Hotel Føroyum, har seinasta hond varð løgd á fyrireikingarnar til kappingarárið 2024.
Lagt var fyri fyrrapartin hósdagin, tá Fótbóltsdómarafelag Føroya, FDF, hevði aðalfund. Á fundinum nýtti Petur Reinert høvið at takka fyri seg sum formaður – Petur er nú vorðin dómaraeygleiðari – meðan nýggjur formaður er Jóhan Hendrik Ellefsen.
Seinnapartin fríggjadagin fekk FSF Varpið orðið á nýggja formannin í FDF, og sambært honum eru smærri broytingar – ella tulkingar – gjørdar í fótbóltslógini.