Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, vil ikki lova at stuðla føroyingum í at fáa sjálvstøðugan limanskap í Norðurlandaráðnum.
Tað gjørdi hon greitt á Fólkatingi í dag.
Á fundi í Norðurlandaráðnum herfyri staðfesti Mette Frederiksen annars, at hon stuðlaði føroyska ynskinum at hava ein sterkari leiklut í Norðurlandaráðnum, soleiðis sum hon málbar seg.
Anna Falkenberg, føroyskur fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, spurdi forsætisráðfrúuna um hetta merkir, at hon eisini vil stuðla føroyska ynskinum um at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Men tað vildi Mette Frederiksen ikki lova.
Hon sigur, at í uttanríkispolitiskum viðurskiftum, er tað - sum tað eisini er í hesum føri- grundlógin, sum er tann løgfrøðiligi karmurin fyri virkseminum, við teimum møguleikum og avmarkingum, tað ber í sær.
Men tað er kortini ikki altíð, at ymiskt fundarvirksemi er fevnt av grundlógini, legði hon afturat.
Tí staðfesti Mette Frederiksen, at hon kann ikki geva Onnu Falkenberg eitt greitt svar upp á spurningin.
Hon sigur, at føroyingar hava eitt ynski, og tað stuðlar hon. Men hvørki Danmark, ella Føroyar, hava definerað, akkurát hvussu tað skal verða, men tað er grundlógin, sum er ramman.