Tá ið eg varð biðin um at siga nøkur fá orð til hetta høvi í dag, var tað nokk so skjótt at hendan yrkingin hjá Peturi Háberg rann mær í huga – eg haldi, hon er skrivað til mammudagin í 1957, og eg siteri:
Hon tók meg inn at sínum barmi,
og hon fjálgaði vermdi um meg,
hon bar meg við gleði á armi
alt var eg – ei hon tonkti um seg.
Sama gjørdi á nátt ella degi,
tá ið á stóð, ja, tá var hon har,
tók øll tøk fyri okkum við gleði.
Er tað løgið, hon er okkum kær.
Og so sigur hann víðari so vakurt um mammu sína:
Tú ert sólin í okkara heimi,
tað er sannheit, tað er ikki snakk,
tú ert sálin í høgtíð og gleimi,
góða mamma, vit siga tær takk.
Er tað hóskandi at taka hetta fram her í dag? Ja, tað er, tí at tað er eisini júst hendan ófatiliga missin av eini heitari mammu, sólini og sálini í heiminum, ið yrkingin sigur, - sum vit ígjøgnum hetta stórfingna listaverkið minnast her í dag. Hetta vóru kvinnur, sum høvdu glett seg at føða sítt barn, tær í 9 mánaðar høvdu borið undir belti. Men so hendi okkurt, og alt gekk ikki, sum tað átti. Lívið fjarðaði út, og eftir sótu maður og ofta fleiri børn.
Eg eri sjálvur ættaður úr slíkum uppruna. Abbi mín, Victor Danielsen gjørdist móðurloysingur við føðing, - hetta var í 1894, mamma hansara, langomma mín, Anna Malena Danielsen, vanliga nevnd Lena, doyði á barsilssong nakrar fáar dagar eftir, at hon hevði átt drongin. Eftir sótu pápin og 7 børn. Hendan Lena, altso móðir Victor gjørdist eisini móðurleys stutt eftir at hon sá dagsins ljós á fyrsta sinni í 1857. Og soleiðis mann tað hava verið og er í flestu familjum, um vit fara at leita eitt sindur aftur í tíðina. Men Gud fái lov, at so galið er tað ikki longur, og tað er ikki minst læknavísindi, jarðamøðrum, sjúkrahúsverki og okkara fantastiska vælferðarsamfelag fyri at takka.
Og so vil eg eisini draga fram, at ofta hendi tað gleðiliga, at onkur kom í staðin. Hjá abba mínum var tað ein fastur, sum kom at vera í móður stað. Og eg havi hug at sitera nøkur fá orð úr enskari yrking hjá føringi, sum eisini misti – hann sigur:
“But when you can't have the best thing underneath the sun,
Sometimes second best is number one.” Ella á føroyskum:
“Men tá ið tú ikki kanst fáa tað allarbesta, sum finst undir sólini
ja, so er stundum tað næstbesta nummar eitt.”
Vakurt!
Í dag er aftur ein stórur dagur í Fuglafirði. Og eg fari bæði mína vegna, men ikki mist kommunurnar vegna at takka tykkum so innarliga, sum hava staðið fyri hesum arbeiði. Og tað er mær ein stór æra at nevna tykkum tríggjar við navni her í dag, Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klememtsen og Brynhild Næs Petersen, tí tað er einki at taka seg aftur í, at tað fyrst og fremst er av tykkara initiativi, at hendan standmyndin stendur her í dag. Og eg takki tykkum av innasta hjarta. Takk fyri tit tríggjar. Tí, tað er at frøðast stórliga um, tá ið slíkt framtak ikki bara verður hugsað, men eisini sett í verk av privatfólki. Og so uppaftur meira tað, at tit eisini hava megnað at funnið fígging til átakið. So eg haldi eg loyvi mær eisini at veita eina tøkk til øll tey, ið fíggarliga hava stuðlað. Túsund takk fyri.
Sum eg havi skilt tað, ja, so var tað allahalganna dag í 2018, at hetta hugskotið veruliga tók skap í sinni tykkara, og tit líkasum fóru at droyma víðari hendan tankan at reisa teimum kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong ein minnisvarða. Tað heilt merkisverda er jú, at hetta er fyrsta minnismerki av sínum slag – altso fyri kvinnur deyðar í barsilssong – ikka bara í Føroyum, ella Norðanlondum, nei, sum vit hava skilt tað, ja, so er hetta kanska fyrsta veruliga minnismerki av sínum slag í øllum heiminum.
Síðani var at finna listfólkið, ið skuldi gera standmyndina. Og her hava tit rakt plett. Sjálvandi skuldi tað vera ein kvinna. Og valið fall á Guðrið Poulsen og takk fyri tað. – Og tað gleðast vit um nú vit síggja flotta úrslitið. Hjartaliga tillukku við hesum verki, góða Guðrið, og takk fyri, at tú vildi taka á teg hetta stóra og spennandi arbeiðið. Nú hevur tú veruliga skrivað teg inn í søguna her í Fuglafirði og hjá fuglfirðingum, og ikki bara her, men ivaleyst um tað heilu verð.
Eg ynski eisini at veita eina tøkk til Eir í Ólavstovu, sum heilt frá byrjan hevur dokumenterað hetta arbeiði í samstarvi við Nám, og sum eg skilji tað, verður filmur gjørdur til undirvísingarbrúk, sum verður liðugur um ikki so langa tíð.
Eisini skal ein tøkk ljóða til okkara egnu teknisku deild við Lillian Jacobsen á odda, sum saman við Harley Joensen og Albert Pæturssyni hava staðið fyri arbeiðinum við undirlendi og at gera rundanum.
Og við hesum orðum sigi eg bara enn einaferð takk – takk fyri, at Fuglafjørður við hesum hevur fingið eitt heilt unikt merki og symbol, her vit kunnu steðga á og hugsavna okkum um ein veruleika, eina sorg og eina lagnu, sum hava verið so mongum fyri.
Takk fyri.