Nú er Sarita Vesturdal Vesturtún sett sum terapeutiskur leiðari í eldrasamstarvinum VEKS, sum fevnir um tey eldru í Vestmanna kommunu , Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu.
Sarita er 33 ár, hon er fysioterapeutur og hesi seinastu árini hevur hon arbeitt á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon eisini hevur arbeitt uttanlands. Hon er av Eiði og býr í Hósvík og hon tekur við nýggja starvinum tann 4. desembur.
VEKS hevur lagt eina langtíðarætlan fyri, hvussu eldraøkið kann mennast og skipast. Ein liður í hesum arbeiðinum er at uppraðfesta terapeutiska økið, siga tey í tíðindaskrivi.
Tað verða støðugt fleiri eldri, og tað hevur sera stóran týdning at tey hava eitt heilsugott, virkið og innihaldsríkt lív, siga tey.
Í langtíðarætlanini hjá VEKS er grundsjónarmiðið, at tey flestu klára seg heima, bara tey fáa ta røttu tænastuna. Tí skulu fyribyrging, samdøgurtænasta, sosialt virkni og endurvenjinar og viðlíkahaldsvenjing leggjast í eina fasta legu.
- Tað hevur alstóran týdning at fyribyrgja førleikamiss og sjúku, so at ellisárini verða so góð sum gjørligt. Tað hevur eisini stóran týdning at leggja dent á tann sosiala partin fyri at fyribyrgja einsemi, sigur nýggi leiðrin