Tann 12. oktobur verður arktiska tónleikakappingin, Pan-ArcticVision, í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Og nú er greitt, hvør fer at umboða Føroyar í kappingini. Tað verður Ester Skála av Argjum.
Tíggju tónlistafólk úr tíggju londum í Arktis fara at kappast við hvør sínum sangum, tá ið Pan-ArcticVision verður í mentanarhúsinum, Katuaq, í Nuuk.
Og eins og undanfarna ár verður kappingin stroymd beinleiðis, so at øll í arktiska økinum kunnu fylgja við.
Í ár verður tað Ester Skála, sum skal umboða Føroyar í kappingini. Ester Skála verður lýst sum ein ljósareyð poppprinsessa og ein serstakliga áhugaverd tónlistakvinna.
Hon hevur skapt ein serligan, litríkan heim, hugfangandi sangir og nakað gandakent í listagreinini, sum kallast elektroniskur poppur.
Sjálv gleðir hon seg mest av øllum til at hitta tónleikararnar úr hinum londunum og at fáa eitt upplivilsi fyri lívið.
Tónleikurin hjá Ester er ofta einfaldur, tó poetiskur, og higartil hava tekstirnir verið á enskum, men til Pan-ArcticVision 2024 fer Ester at syngja á føroyskum.
Pan-ArcticVision er altjóða tónleikakapping, sum hevur sín íblástur úr Eurovision. Fyri føroyskar tónleikarar er ein avgerandi munur og tað er, at á Eurovision kunnu teir ikki kappast undir egnum flaggi. Tað kunnu teir á Pan-ArcticVision.
Endamálið við Pan-ArcticVision-kappingina er at varpa ljós á tónleikamentanina í Arktis, umframt at varpa ljós á tey ymisku málini, eyðkennini og mentanirnar í økjunum.
Fyrsta Pan-ArcticVision-kappingin varð í Vadsø í Norðurnoregi í 2023 og tá umboðaði Guðrið Hansdóttir Føroyar.