Hon skal menna vágar

Hon hevur arbeitt við at menna Sandoynna, men flytur nú vestur í Vágar, har hon eisini býr

Áki Bertholdsen
1. mai 2023 kl. 21:25

Stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar hevur sett Bryndis í Dali sum nýggjan leiðara fyri Visit Vágar. Bryndis kemur at standa fyri arbeiðinum, at menna ferða- og upplivingarvinnuna í Vágum og Mykinesi. 

Bryndis er 30-ára gomul, ættað úr Havn, men er búsitandi í Miðvági. Hon er útbúgvin BA í søgu og hevur ein kandidat í altjóða ferðavinnu frá Aalborg Universitet. Hon kemur úr starvinum sum leiðari á Visit Sandoy, har hon hevur verið hesi seinastu trý árini.

Høvuðsuppgávan hjá Bryndis verður at menna ferðavinnuna og upplivingarvinnuna í økinum - burðardygt sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga. Og endamálið er, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur, eitt nú, at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra. 

Bryndis byrjar í starvinum tann 1. juni.