Havnin hevur nú fingið ein flóttafólka-samskipara. Tað er Sylvia Magnussen, sum er úr Mexico.
Býráðið sigur, at hon hevur drúgvar royndir sum verkætlanarfólk í sosialum og vísindarligum verkætlanir, og hon hevur holla vitan um føroysku mannagongdirnar á tilflytaraøkinum.
– Tað eru sera nógv flóttafólk búgva í Tórshavnar kommunu. Bara hetta seinasta árið eru umleið 100 ukrainsk flóttafólk flutt til Tórshavnar kommunu. Talan er um børn, ung, vaksin og pensjónistar, staðfestir býráðið.
Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt eina skipan, har ein flóttafólka- samskipari skal virka fyri betri trivnað hjá flóttafólkunum í kommununi. Starvið er fyribils tíðaravmarkað í eitt ár.
Flóttafólka-samskiparin er bindiliðið ímillum einstøku flóttafólkini, familjurnar og kommununa. Hon skal vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur, sum kommunan stendur fyri, ella sum eru í kommununi.
Tað merkir, at flóttafólka-samskiparin skal eisini samskifta við dagstovnar, skúlar og stovnar og tilboð annars í kommununi, ið vara av flóttafólkum, umframt við myndugleikar og almennar stovnar.
Tað er eisini hugsandi, at eitt ávíst samskifti er við fyritøkur og stovnar, har flóttafólk eru í starvi, ella sum kunnu verða arbeiðspláss.
Sylvia Magnussen er bachelor og Cand Mag í mentan og í enskum, umframt at hon eisini er bachelor í sponskum máli og bókmentum.
– Hon hevur drúgvar royndir sum hjálparfólk á dagstovni í Tórshavnar kommunu, og hevur verið við í arbeiðnum at hjálpa foreldrum og børnim tá ið tey fyrstu flóttafólkini úr Ukraina byrjaðu á stovni í Tórshavnar kommunu.
Umframt hettar er Sylvia virkin í eini mál-kafé hjá Reyða krossi, sum heldur til á bókasavninum.
Sylvia hevur búð í Føroyum síðani 2010. Í 2013 for hon til Danmarkar at lesa og hon fluttu heim aftur til Føroya í 2018.