Angelina Johannesen nú sett í starv hjá Tórshavnar Býráðið sum tulkur í ukrainskum.
Í hesum sambandi fer hon at starvast saman við Sylviu Magnussen, ið er sett sum flóttafólkasamskipari, og saman við integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov, sigur Tórshavnar býráð.
Angelina er úr Ukraina, men hevur búð í Klaksvík í nøkur ár. Hon er útbúgvin tulkur og umsetari og hon er esini útbúgvin lærari í enskum á Master-støði, umframt at hon hevur eina bachelorútbúgving í búskapi og fígging.
Hon hevur verið tulkur og umsetari ímillum enskt, russiskt og ukrainskt í fleiri ár í Ukraina. Hon hevur eisini starvsroyndir í Føroyum, her hon hevur tulkað fyri Almannaverkið og Útlendingastovuna.
Flóttafólkini eru bæði børn, ung, vaksin og pensjónistar. Tí er neyðugt hjá kommuni at hava tulk sum hjálp í samskiftinum ímillum flóttafólk og kommunalar tænastur og skipanir.
Her verður serliga hugsað um dagstovnar, skúlar, barnaverndartænastu, barnatannlækna, kvøldskúla og kommununa annars eisini sum starvsstað.
Fyribils er talan um eitt hálvtíðarstarv í eitt ár, sigur býráðið