Tað verður Marjun Lómaklett, prestur í Klaksvík, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í ár.
Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar.
Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku og í ár er tað Marjun Lómaklett.
Marjun varð prestvígd í januar 2002 í Aalborg Dómkirkju, eisini nevnd Budolfi Kirkjan, av tí at hennara fyrsta kall var í Sæby í Norðurjútlandi. Marjun hevur í fleiri ár búð í Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum í Miðeystri, har var óløntur hjálparprestur í Anglikansku kirkjuni og Norsk-Svensku sjómanskirkjuni.
Í apríl 2015 tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi við sæti í prestagarðinum á Ziskatrøð í Klaksvík.
Í hesum tíðarskeiði hevur Marjun eitt skifti verið integratiónsprestur.