Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, heldur fast um, at hon hevur ikki sagt ósatt fyri Løgtingunum.
Málið hevur sín uppruna fyrr í summar tá ið Løgtingið umrøddi Bústaðir. Tá segði landsstýriskvinnan, at hon hevur ongar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Búðstøðum.
Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Folkaflokkin, heldur, at hetta er at siga ósatt fyri Løgtinginum tí hann sigur, at tað var nettupp tað, landsgrannskoðarin hevði sagt.
Tí klagaði hann landsstýriskvinnuna fyri Landsstýrismálanevndini, hon hevur tikið málið upp. Í hesum sambandi er nevndin komin fyri eini fyribils niðurstøðu, sum gevur Jacobi Vestergaard, rætt og at landsstýriskvinnan hevur sagt ósastt og at hon sostatt hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Men landsstýriskvinnan fekk høvi at gera sínar viðmerkingar, áðrenn endalig niðurstøða verður gjørd. Tað hevur hon nú gjørt og sambært FM1, er Ingilín Didriksen Strøm ikki samd í, at hon hevur sagt ósatt.
Hon sigur í stuttari viðmerking, at hon er grundleggjandi ósamd við niðurstøðuna og at hon hevurt grundgivið fyri, at hon á ongan hátt havi borið løgtinginum skeivar upplýsingar.
– Eg ivist ikki í, at landsstýrismálanevndin viðger mínar viðmerkingarnar í tí álvara, sum málið krevur, sigur Ingilín D. Strøm við FM1.