– Tað var eitt stórt vónbrot, at lógin um fría fosturtøku, ikki varð samtykt í Løgtinginum.
Tað gjørdi Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, greitt á Fólkatingi hendan dagin.
Fólkatingið hevði orðaskifti um støðuna í samfelagnum, bæði í danska samfelagnum, í grønlendska og føroyska samfelagnum og í heimssamfelagnum.
Hetta er eitt orðaskifti, Fólkatingið hevur á hvørjum ári um hesa tíðina, áðrenn tey fara í summarfrí.
Og í hesum kjakinum varð spurningurin eisini umrøddur um føroysku fosturtøkulógina, og miseydnaða royndina at fáa fría fosturtøku í Føroyum, nú Løgtingið feldi uppskotið frá Bjarna Kárason Petersen um fría fosturtøku til 12. viku.
Tað var Sólbjørg Jacobsen, sum er vald á Fólkating fyri Liberal Alliance, sum reisti spurningin.
Hon hevur lagt til merki, at kjakið um fosturtøku í Føroyum hevur flutt seg og at nú eru fólk farin at kjakast um tað, og tað heldur hon, hóast alt, er eitt framstig.
Hon spurdi føroysku fólkatingskvinnuna um, hvat hon helt um støðuna beint nú.
Anna Falkenberg er samd í, at tað er hent nógv á hesum øki í Føroyum. Hon staðfestir annars, at hetta er ein spurningur, sum skal avgerast í Føroyum og tí hevur hon ikki lagt seg út í kjakið.
Hon tilskilar sær kortini rætt til at hava eina meining
Og nú ein avgerð tikin við tað, at uppskotið um fría fosturtøku, varð felt, viðgongur hon, at fyri hana var tað eitt stórt vónbrot.
– Vit kunnu altíð tosa um vikutøl, men í Danmark hava kvinnur ein grundleggjandi rætt til fría fosturtøku og tað er ein rættur, eg vildi ynskt, at allar kvinnur í Føroyum eisini høvdu, sigur hon.
Hinvegin staðfestir hon eisini, at hetta er ein avgerð, sum skal takast í Føroyum.
– Eingin hevur lagt uppskot um fosturtøku fyri Løgtingið fyrr enn nú, tí øll hava vitað, at tað hevur ikki havt nakran møguleika fyri at verða samtykt, sigur Anna Falkenberg.
Men hon heldur, at nú hevur tað ein møguleika fyri at verða samtykt tí tá ið Løgtingið atkvøddi um málið hesa ferð, var tað so tætt, sum tað kundi vera, tí tað manglaði bara ein einasta atkvøða, so varð málið samtykt.
Tí er hon sannførd um, at tað verður ikki so leingi, so verður fosturtøkulógin í Føroyum, broytt.