Holocaustfilmur strikaður í Oscarkapping

Oscarsdómsnevndin hevur tikið holocaust filmin "Persian Lessons" úr kappingini, tí hann lýkur ikki treytirnar. Filmsfelagið vísir filmin komandi mikudag í sambandi við altjóða holocaustdagin

Sigurjón Einarsson
14. januar 2021 kl. 00:01

Fyri Hvítarussland er "Persian Lessons" við í Oscarkappingini um besta altjóða spælifilmin. Nú hevur dómsnevndin tikið holocaust filmin úr kappingini, tí hann lýkur ikki treytirnar.

Heimsins elsta filmstíðarrit, Variety, skrivar um málið:

"Variety understands that the Academy of Motion Picture Arts and Sciences removed the film from consideration because it didn’t meet the category’s eligibility requirements for the majority of creative control to originate from residents of the submitting country."

Mikudagin kanst tú síggja "Persian Lessons" í Filmsfelagnum og sjálv meta um avrikið.

Nýggi filmurin “Persian Lessons” verður vístur í Føroyum í sambandi við altjóða holocaustdagin.