Mikudagin sýnir Filmsfelagið, ”Stella. Eitt lív”, sum er fyrri av tveimum holocaustfilmum fyri summarsteðgin. Seinni holocaustfilmurin er hin bretski ”One Life” við Anthony Hopkins, í høvuðsleiklutinum sum Sir Nicholas Winton, ið bjargaði 669 børnum undan nazistunum í Prag í 1938.
Atgongumerkjasølan til báðar filmarnar er byrjað.
Unga jødiska Stella (Paula Beer) er høvuðspersónurin í nýggja týska filminum, sum byggir á veruligar hendingar, ið fara fram í Berlin, meðan nazistarnir hava ræði. Vit fylgja ljóshærdu Stellu, ið droymir um at syngja jazz og standa á palli.
Tá tilveran bráddliga vendist í februar 1943, noyðast hon og húskið at fara undir heilt. Kortini kemur hon í klørnar á Gestapo, og deyðsmerkta søgan um hina vøkru Stellu Goldschlag (1922-1994) byrjar.
Týski leikstjórin, Kilian Riedhof (f.1971), sigur, at filmurin ”Stella. Eitt lív” er um skuld, og hvussu langt tú vilt fara, at koma undan við lívinum, so tú kanst halda fram við tí, tú hevur sett tær fyri, uttan at kenna ábyrgd fyri tínum gerðum.
Virðislønta Paula Beer (f.1995), sum spældi Maria í ”Transit” og kópakonan í ”Undine”, hevur høvuðsleiklutin sum Stella, sum í veruleikanum bar nøvnini Stella Kübler-Isaaksohn og Ingrid Gärtner. Paula Beer hevur eisini høvuðsleiklutin í nýggja filminum hjá Christian Petzold, ”Reyður himmal”, sum vit sýna 5. juni.
Eftir píning og lyfti um at bjarga foreldrunum, verður Stella ein smettari, Denunziantin, hjá Gestapo. Undir heitinum ”Greiferin” í Berlin sigur hon nazistunum frá um jødar, sum liva fjaldir í býnum.
Jerusalem Post vil í greinini "The poisonous blonde of Berlin: The controversial Stella Goldschlag story” (2017) vera við, at Stella hevur givið í minsta lagi 600 og kanska so nógv sum 3000 fólk upp í hendurnar á Gestapo, tí tey vóru jødar.
Eftir kríggið vendir hon við og gerst kristin, men sigur seg samstundis verða játtandi antisemittur. Hon druknar 72 ára gomul í 1994. Tað eru tey, ið siga, at tað var av egnum vilja. Ljósasti partur í søguni um týsku Stellu er helst, at dótturin gerst sjúkrasystir og fer til Ísrael at virka.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
"Stella. Eitt lív" verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 22. mai klokkan 20.