Í týska familjufilminum, sum Filmsfelagið vísur við donskum undirteksti á altjóða Holocaustdegnum, fylgja vit einum jødiskum húski, ið flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London.
Oscarvirðislønti leikstjórin, Caroline Link (f.1964) hevur gjørt filmin úr skaldsøguni hjá Judith Kerr (1923-2019), sum í 1972 skrivaði "When Hitler Stole Pink Rabbit".
Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon úr London segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.
Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.
Høvuðspersónur í filminum er eins og í bókini níggju ára gamla Anna, sum ikki veit, hvør Hitler er. Hon er nógv spentari at ganga í skúla og at spæla við vinir. Tí heftir hon seg ikki við tey mongu Hitleruppsløg, sum bráddliga eru at síggja í býnum.
Men tá pápi hennara hvørvir, og tey øll rýma í loyndum úr Týsklandi, fær Anna varhugan av, at maðurin á uppsløgunum fer at broyta Evropa, og at lívið aldri fer at verða sum fyrr.
"Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina" (Caroline Link, Týskland 2019, 119 min) verður vístur í Havnar Bio klokkan 20 í kvøld. Tað er Filmsfelagið, ið skipar fyri.