Tað kann verða ein dýr søg fyri íslendingar, at teir nú aftur eru farnir undir hvalaveiði.
Íslendski miðilin, Visir, veit at siga, at fleiri kendir sjónleikarar, leikstjórar og framleiðarar í Hollywood, hava tikið støðu til at boykotta Ísland til tey eru givin at veiða hval. Tað merkir, at tey fara ikki aftur til Íslands at taka film upp, fyrr enn íslendingar eru givnir at veiða hval.
Tað gera tey greitt í brævi til íslendsku myndugleikarnar.
Heimskendir filmsfólk sum Leonardo DiCaprio, Jason Momoa, Hillary Swank, Jane Campion, James Cameron og Peter Jackson eru millum fleiri onnur, sum taka undir við boykottinum.
Ein hin kendasti íslendski sjónleikrin og leikstjórin, Baltasar Kormákur vísir á, at hetta eru sjónleikarar, leikstjórar og framleiðarar, sum hava sera stóra ávirkan, so hetta kann fáa álvarsamar avleiðingar.
Hann sigur, at gera tey álvara av at boykotta Ísland, verður tað ein vanlukka fyri filmsvinnuna í Íslandi. Víst verður á, at Filmsvinnn í Íslandi kastar eina milliard danskar krónur av sær til íslendska samfelagið um árið.
Samstundis vísa íslendsk filmsfólk á, at íslendska hvalaveiðan gevur milliónir í halli á hvørjum ári, og at íslendingar, at kalla, ikki eta tvøst, tí alt verður útflutt til Japan.
Tí duga tey ikki síggja nakað sum helst skil í at halda fram við hvalaveiðini. Her verða smá áhugamál tikin fram um stór áhugamál, sigur Baltasar Kormákur.