Hollendskur iløgugrunnur hevur nú gjørt av at seta pening í føroyska tara-alivirkið, Ocean Rainforest.
Hollendski íløgugrunnurin, Triodos Food Transition Europe Fund, verður minnilutapartaeigari í Ocean Rainforest.
Tilsamans hevur Ocean Rainforest fingið 18 milliónir afturat í kapitali í hesum umfarinum og tá eru verandi partaeigarar, og nýggir íleggjarar, sum hava útvegað pengarnar.
Adam Kybird, fíggjarleiðari í Triodos Food Transition Europe Fund, sigur í tíðindaskrivi, at Ocean Rainforest byggir á tríggjar súlur, sum passa væl til íløguvirksemið hjá teimum.
Ocean Rainforest sigur, at taraaling veksur munandi um lívfrøðiliga margfeldið og minka munandi um súrganina í sjónum. Gróðurevni og djórafóður úr tara, eru eisini ein týðandi partar av skiftinum til ein burðardyggan landbúnað.
Fyri vanliga brúkaran eru vørur úr tara heilsubetri, bæði tá talan er um mat, kosttilskot og kosmetik, sigur Ocean Rainforest.
– Ocean Rainforest skapar eisini arbeiðspláss og setir Føroyar í fremstu røð innan burðardygga taraaling, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Ocean Rainforest varð stovnað í 2007 og fór so smátt undir aling í 2013. Aftaná áralanga gransking og royndir, væntar fyritøkan at gera 400 tons av tara í ár aftur ímóti 240 tonsum í fjør.
Ocean Rainforest virkar taran á virkinum í Kaldbak og selur vøruna til fyritøku, ið brúka taran í matvørum, djórafóðri, kosmetikki og heilsuvørum. Ocean Rainforest hevur 25 fólk í starvi og er í dag stórsti taraalari í Europa.
Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, sigur í tíðindaskrivi, at íløgan frá hollendska íløgugrunninum er ein viðurkenning av okkara arbeiði fyri burðardygga menning og framleiðslu av úrdráttum úr tara.
– Við íløguni frá Triodos, og øðrum, fara vit at kunna økja framleiðsluna enn meira, og halda fram við okkara miðvísa arbeiði at fáa fleiri marknaðir í Evropa og Norðuramerika, sigur hann.
Umframt virksemið í Føroyum, alir Ocean Rainforest eisini tara uttan fyri Santa Barbara í Kalifornia og ger vørur til amerikanska marknaðin. Aliloyvið hjá Ocean Rainforest er fyrsta granskingar- og menningar loyvi til taraaling yvirhøvur á amerikanskum øki.
– Fyritøkan hevur nýliga søkt um loyvi til at reka vinnuliga taraaling í syðra parti í Kalifornia. Fær fyritøkan hetta loyvið, kann Ocean Rainforest vaksa um sítt virksemi og gerast millum stórstu taraalararnar í USA, sigur stjórin.