Holland og Frakland bresta saman í kvøld

Tríggir dystir í bólkaspælinum í EM eru á skránni í dag

Olivier Giroud verður væntandi maðurin sum skal loysa Kylian Mbappé av
Fríðmundur Nattestad
21. juni 2024 kl. 11:15

Fyrsti dysturin á skránni í dag byrjar klokkan 14, tá Slovakia og Ukraina møtast í bólki E. Í fyrsta umfari vann Slovakia heldur óvæntað 1-0 á Belgia, meðan Ukraina tapti heili 3-0 ímóti Rumenia. Stórt trýst er tí á Ukraina at vinna dystin í dag, tí í seinasta umfari møta teir sterkasta liðnum í bólkinum, nevniliga Belgia.

Í bólki D møtast Pólland og Eysturríki klokkan 17. Bæði liðini taptu sín fyrsta dyst, og eru tey bæði tí eisini trýst til at fáa stig í dag. Stóra ivamálið hjá Póllandi er stjørnuáleyparin Robert Lewandowski, sum hevur drigist við ein smáskaða, og ikki var við í fyrsta dystinum. Verður hann klárur til dystin í dag, kann hann fáa ein avgerandi leiklut.

Klokkan 20 í kvøld er seinni dysturin í bólki D á skránni, tá Holland og Frakland bresta saman. Bæði liðini hava 3 stig eftir fyrsta umfar, og eru tey eisini greiðu favorittarnir at koma víðari úr bólkinum. Stóra stjørnan hjá Fraklandi, Kylian Mbappé, breyt nøsina í fyrsta dystinum, og verður hann tí ikki við í teimum komandi tveimum dystinum. Mett verður, at 37-ára gamli málslúkurin, Olivier Giroud, tekur plássið hjá Mbappé. Ongin leikari hevur skotið fleiri mál fyri franska landsliðið, enn tey 57, sum Olivier Giroud hevur skotið.


EM-dystir í dag:

Bólkur E

Klokkan 14: Slovakia - Ukraina


Bólkur D

Klokkan 17: Pólland - Eysturríki

Klokkan 20: Holland - Frakland