Holland latið aftur í dag

Omikron ger, at einasti møguleiki er at lata landið aftur, sigur forsætisráðharrin í Hollandi, har sjúkrahúsverkið longu nú hevur avbjóðingar.

Katrin Erlendsdóttir
19. desember 2021 kl. 08:02

Fyri at siga tað heilt stutt: Holland letur enn einaferð aftur í morgin, upplýsti forsætisráðharrin Mark Rutte á tíðindafundi í gjárkvøldið. Afturlatingin er umfatandi, og hon er komin í gildi í morgun.

Eitt nú skeinkistøð, matstovur, biografar, søvn og sjónleikarhús hava fingið boð um at lata aftur, og tað sama hava handlar, ið ikki eru av alneyðugum týdningi. Hesi tiltøk eru galdandi til í minsta lagi 14. januar. Matvøruhandlar og apotek eru undantikin, skrivar Ritzau.

Allir skúlar í landinum lata eisini aftur, og tað gera teir í øllum førum til 9. januar.

-Tað slepst ikki undan hesum orsakað av fimta umfarinum av koronu við omikron frábrigdinum. Um vit ikki gera hetta nú, missa vit tamarhaldið á sjúkrahúsunum, vísir forsætisráðharrin á.

Heima hjá sær sjálvum eiga fólk ikki at fáa vitjan av fleiri enn tveimum gestum, men á jólum er í lagi at hava fýra fólk á vitjan.

Á tíðindafundinum segði Jaap van Dissel, ið umboðaði hollendsku heilsumyndugleikarnar, at omikron fer at vaksa seg størri enn delta frábrigdið, áðrenn árið er úti.

Støðan á sjúkrahúsunum í Hollandi er longu nú tann, at tey hava minkað um vanligar viðgerðir fyri at fáa rúm fyri koronusjúklingum. Ætlanin er vinna tíð og fáa so nógv sum gjørligt at koppseta seg enn einaferð.

Í fleiri londum, har omikron er funnið – eitt nú Suðurafrika og Onglandi – er talið á tilburðum vaksið nógv í seinastuni. Í løtuni verður kannað, júst hvussu illa omikron smittar, og hvussu frábrigdið smittar fólk, ið eru koppsett ella áður hava verið smittaði, skrivar Ritzau.