Holland er ímillum tey seinastu fýra

Holland er til reiðar til hálvfinaluna eftir einum 2-1 sigri á Turkalandi

Ragnar Sjúrðarson
6. juli 2024 kl. 23:56

Tað var lagt upp til eitt brak í Berlin - bæði á vøllinum og á áskoðaraplássinum - tá seinasta liðið í hálvfinaluni skuldi finnast ímillum Holland og Turkaland.

Hóast Turkaland legði seg á odda í fyrra hálvleiki, fekk Holland vent dystinum og vann 2-1.

Turkalandi førdi í hálvleikinum við málið frá Samet Akaydin. Útjavnandi málið hjá Hollandi kom miðskeiðis í seinna hálvleiki tá Stefan De Vrij skallaði bóltin í málið. Cody Gakpo, við hjálp frá turkiska Mert Müldur, syrgdi fyri sigursmálinum.

Holland skal spæla ímóti Onglandi í EM hálvfinaluni, sum fyrr í kvøld vann á Sveis.