Holger Rune við sjokksigri á Tsitsipas

Fyru fyrstu ferð hevur danski unglingurin Holger Rune spælt seg í eina fjórðingsfinalu í einari grand slam kapping, eftir at hann fyri løtu síðani vann á øðrum finalistinum frá í fjør

Holger Rune brølar í dystinum móti Tsitsipas. Mynd: EPA
Steinar Patursson
30. mai 2022 kl. 17:30

Holger Rune hevur fyri løtu síðani spælt seg í eina fjórðingsfinalu í einari grand slam kapping, tá hann fyri løtu síðani vann á Stefanos Tsitsipas í fjórða umfari í Roland Garros.

Danski unglingurin vann í fýra settum við settúrslitunum 7-5 3-6 6-3 6-4.

Tað var greitt frá byrjan, at Holger Rune hevði hug at vinna dystin, og hann legði hart út við áloypandi spæli, sum eisini gav honum fyrsta settið.

Sum dysturin fráleið, tóktist, at Holger Rune hevði ein rættan møguleika at vinna dystin, og brádliga í fjórða setti hevði Rune brotið servu heili tvær ferðir og skuldi til at serva fyri dystin við støðuni 5-2.

Men tá árnaðist brádliga Tsitsipas, og í einum rættiliga skjótum partíi breyt hann aftur til støðuna 5-3.
Í næsta partíi sá av álvara út sum, at vektin á vágskálini var vend, og at eydnan hjá Rune var uppi. Partíið var enn skjótari enn partíið beint undan, og tað sást týðiliga, at Rune vildi hava partíið liðugt, so hann aftur kundi hugsavna seg um sítt egna servupartí. 40-15 til Tsitsipas, og Rune smekkaði hálvhjartað bóltin í netið til 5-4.

Í 10. partíi sá framvegis út sum, at Tsitsipas fór at gera bart, og hann spældi nakrar góðar returar til støðuna 30-40. Holger Rune javnaði til deuce, men heili tvær ferðir aftrat fekk Tsitsipas spælt seg til fyrimun. Holger Rune svaraði kortini aftur við einum servuess, og aftur var støðan deuce.

Hesaferð varð tað Rune, sum spældi seg til fyrimun og dagsins fyrsta matchbólt. Hann skuldi eisini bert brúka ein, tí eftir eina duel á átta ella níggju bóltar, sendi Tsitsipas bóltin út yvir baklinjuna, og staðfestast kundi, at Rune hevði sent finalistin frá Roland Garros í fjør til hús.

Tað var eisini ein glaður Rune, sum trein inn aftur á vøllin til samrøðu.

-          Eg var øgiliga nervøsur, men eg visti, at um eg veik frá mínum taktikki, so fór eg at tapa móti einum sum Tsitsipas.

-          Tað var ætlanin at spæla so áloypandi sum møguligt, tí tá Stefanos Tsitsipas fær stuttar bóltar, so loypir hann á hvønn bólt, segði Holger Rune.

Rune skal í fjórðingsfinaluni møta einum øðrum skandinava, norska Casper Ruud, sum fyri løtu síðani eisini sigraði á Hubert Hurkacz 6-2 6-3 3-6 6-3.

Tríggjar ferðir áður hava Ruud og Rune hitst á vøllinum, og hvørja ferð er tað endað við einum sigri til norðmannin.