Holger Rune er úti av Australian Open eftir at hava tapt móti russiska Andrey Rublev.
Rublev vann dystin í fjórða umfari móti unga danskaranum við settúrslitunum 6-3 3-6 6-3 4-6 7-6 (11-9).
Tapið er ivaleyst eitt tyngstu tapunum hjá Holger Rune, tí at hann átti tveir matchbóltar í fimta setti.
Tað sá einki út hjá Rune í triðja setti, tá hann mátti kanna blóðtrýsti, tí hann hevði tað ikki so gott. Rublev vann eisini triðja sett og sá út til at vera á sigurskós.
Rune fekk kortini vent gongdini og vann fjórða sett, og í fimta setti spældi hann seg til tveir matchbóltar við støðuni 5-3 í partíum.
Matchbóltarnir komu og fóru, men Rune hevði framvegis møguleika at serva dystin í hús.
Rublev fekk kortini brotið servuna hjá Rune, og settið endaði við, at farið varð til avgerðandi tiebreak.
Rune stóð seg væl í byrjanini í tiebreakinum, sum í fimta setti verður spælt upp í 10. Fyrst førdi hann 0-5, síðani førdi hann 2-7, men samanumtikið eydnaðist tað ikki, tí Rublev fekk millum annað við góðum servum vent gongdini og føri brádliga 10-9.
Neyðugt er at vinna við tveimum stigum, og tí vantaði eitt stig í hjá Rublev fyri at vinna dystin. Rune átti servu og servaði til bakhondina hjá Rublev. Rublev sendi returin upp á tvørs, men bólturin rakti netkantin og kom við neyð og deyð yvirum, og Rune hevði ongan kjans at røkka bóltinum.
Talan var ikki um vakrasta máta at vinna uppá, men alt telur, og Rublev er víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan Rune kann iðra seg um eitt heldur óheppið tap.
At røkka fjórða umfari er besta grand slam úrslit hjá Holger Rune, síðan hann í fjør tapti fjórðingsfinalu móti norska Casper Ruud í French Open.