Tann høgravendi bólkurin Proud Boys vórðu eggjaðir av amerikanska forsetanum, Donald Trump, undan álopinum á kongressbygningin í Washington tann 6. januar.
Tað skrivar The Wall Street Journal, ið hevur fingið innlit í boð, sum eru blivin send millum limir í bólkinum gjøgnum ymiskar sosialar miðlar í vikunum og døgunum undan álopinum.
Boðini vísa, sambært avísini, hvussu bólkurin fleiri ferðir vísa á útsagnir frá Trump í eini roynd at savna fólk til tað, ið útviklaði seg til eitt harðrent álop á Kongressina.
Nógv tíðir á, at Proud Boys leingi høvdu lagt ætlanir um at møta fjølment upp í Washington tann 6. januar.
Leiðarin av bólkinum, Enrique Tarrio, skrivaði longu 29. desember, at Proud Boys fóru at møta fjølment upp. Hetta kom í kjalavørrinum av Twitter-boðunum frá Trump í desember, tá hann skrivaði, at mann “skuldi møta upp – tað verður vilt”, og at bólkurin tók hendan boðskapin bókstaviliga sum eina innbjóðing.
Sambært The Wall Street Journal bleiv bólkurin, at síggja til, longu eggjaður av forsetanum í september mánaði í fjør til eitt sjónvarpskjak undan forsetavalinum, tá hann varð spurdur um, hvørt hann vildi fordøma viðhaldsfólk, ið virka fyri hvítum harradømi og onnur hálvvápnað herlið.
Tá segði forsetin millum annað hesi kendu orðini.
- Proud Boys. Stand back and stand by.
Hesin boðini fóru sum ein eldibrandur runt í teimum ymisku sosialu miðlunum, har tað millum annað sást á boðtænastuni, Parler, beint eftir sjónvarpskjakið, hvussu euforiskir limirnir í Proud Boys gjørdust yvir svarið frá forsetanum.