Høgni vil vinna OL

At røkka málinum at luttaka til OL, hevur føroya- og norðurlendski meistaran í U17 í Taekwondo, Høgni Kunoy Dávason, gjørt stuðulsavtalu, ið skal hjálpa honum upp á hægsta tindin

Høgni Kunoy Dávason ynskir at koma upp á hægsta tindin í Taekwondo
Sigurjón Einarsson
19. mai 2022 kl. 21:59

Føroyameistarin og norðurlendski meistarin í U17 í Taekwondo, Høgni Kunoy Dávason, hevur sett sær sum mál, at hann skal luttaka til Olympisku Leikirnar.

- OL í 2024 er kanska ov órealistiskt, men OL í 2028 er meira realistiskt. Tá vóni eg eisini, at eg sleppi at berjast og umboða Føroyar til OL, sigur Høgni Kunoy Dávason í tíðindaskrivi.

Høgni Kunoy Dávason luttekkur í fleiri altjóða kappingum, og tí er neyðugt við útlendskum sparringum og venjingarlegum.

Fyri at hjálpa Høgna røkka sínum máli, hava Fishfacts og Aquafacts í dag skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við føroya- og norðurlendska meistaran, ið hevur við sær, at Fishfacts og Aquafacts verða høvuðsstuðlar hjá honum komandi tvey árini.

- Hetta hevur nógv at siga fyri meg. Tað er kostnaðarmikið at ferðast, vera á venjingarlegum og luttaka í altjóða kappingum. Tí eri eg takksamur fyri, at Fishfacts og Aquafacts vilja stuðla mær í mínum dreymi, sigur Høgni.

- Høgni er ein sólskinssøga, ja, ein fyrimynd fyri allar føroyingar. Við sterkum og stálsettum vilja, og ikki minst beinhørðum og miðvísum arbeiði, hevur hann prógvað, at hóast tú kemur úr lítlu Føroyum, kanst tú stríðast millum teir størstu og sterkastu úti í heimi. Høgni er longu norðurlendskur meistari í aldursbólkinum undir 17 ár, og nú hevur hann sett sær sum mál at vinna EM, HM og OL í Taekwondo. Vit eru sjálvandi glaðir fyri, at vit kunnu stuðla honum, sigur Hanus Samró, sum eigur Fishfacts og Aquafacts saman við pápanum, Óla Samró.