Høgni Hoydal leggur frá sær
Tjóðveldið skal nú hava nýggjan formann, ella forkvinnu
Àki Bertholdsen
25. oktober 2024 kl. 19:25
Høgni Hoydal leggur nú frá sær sum formaður í Tjóðveldi, Tað sigur hann við KvF beint nú.
Hann sigur, at hetta er ein avgerð, hann hevur tikið langt síðani og hann avsannar, at hetta hevur nakað við ósemjuna í Tjóðveldi um misálitið á Ingilín Didriksen Strøm at gera.
Har atkvøddu tvey tjóðveldisfólk, fyri, nevniliga Erling Eidesgaard og Liljan Weihe,
Hann sigur, at orsøkin er, at Tjóðveldi hevur mist undirtøku millum veljararnar og tí vil hann hava nýggjar kreftir framat at byggja flokkin upp aftur
Tjóðveldi fer at hava fund 2. novembur og tá velja tey nýggjan formann, ella forkvinnu. Hann fer kortini at halda fram sum landsstýrismaður, í hvussu so er fyribils.