Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða samgonguni hjá smá oyggjalondum

Fundurin varð hildin á sendistovuni hjá Samoa, tí umframt at vera forseti í AOSIS er Fatumanava Pa´olelei Luteru eisini sendiharri hjá Samoa til Sameindu Tjóðir

Uttanríkis- og vinnumálaráðið
14. apríl 2024 kl. 21:37

Á fundi í New York hitti landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum, Høgni Hoydal, forsetan í Alliance of Small Island States (AOSIS).

Fundurin varð hildin á sendistovuni hjá Samoa, tí umframt at vera forseti í AOSIS er Fatumanava Pa´olelei Luteru eisini sendiharri hjá Samoa til Sameindu Tjóðir.

AOSIS varð sett á stovn í 1990, og telur 39 limalond, harav tey flestu eru smá oyggjalond. AOSIS hevur átikið sær ein virknan og leiðandi leiklut í at seta serligu avbjóðingarnar, sum smá oyggjalond, ið oftast eisini eru menningarlond, á altjóða breddan. Serliga eru tað veðurlagsbroytingar, ið fáa rúma viðgerð og raðfesting í arbeiðinum hjá AOSIS. Sjálvt um hesi londini ikki kunnu ábyrgdast fyri veðurlagsbroytingarnar, so er tað ein sannroynd, at avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum merkjast hart hjá fleiri AOSIS londum. Hetta skyldast, at fleiri av hesum londunum eru sett saman av lágum oyggjum, sum einans eru fáar metrar yvir sjóvarmálanum. Fleiri oyggjar eru í vanda fyri at at hvørva undir sjóvarmálan, sohvørt sum havið fløðir orsakað av veðurlagsbroytingum. Hetta kann so aftur hava við sær, at londini missa stórar partar av havøkjum, sum áður vóru partar av løgdømi teirra.

Høgni Hoydal greiddi millum annað frá, at Føroyar hava tikið undir við Parísavtaluni og soleiðis eisini seta sær mál á veðurlagsøkinum, sum vónandi kunnu verða við til at tryggja, at hitin á jørðini ikki gerst hægri enn ætlað sambært ST veðurlagssáttmálanum.